EINLEIKARAFELAG FØROYA   -  Faroese Soloists Society             

 

Nordsol 2009


Ársfundur og konsert við norðurlendskum solistum

Ársfundurin hjá Nordisk Solistforbund er afturvendandi tiltak, ið fer fram á hvørjum ári í einum av Norðurlondunum. Umframt sjálvan fundin, har mál við felags áhuga og felags týdningi verða umrødd, er fastur táttur á skránni,  at skipað verður fyri almennum tónleikatiltaki (norðurlendsk konsert) ella vikuskiftisfestivali við heitinum NORDSOL, har nakrir av fremstu norðulendsku tónleikarunum trína fram á pall.

Einleikarafelag Føroya, er eitt felag fyri klassiskar tónleikarar á yrkisstigi. Felagið hevur í løtuni 22 limir, sum eru búsettir í Føroyum og uttanlands, og sum útinna  klassiskan tónleik á professionellum stigi. Felagið varð formliga innlimað í samtakið Nordisk Solistråd á seinasta ársfundi tess, sum varð hildin í Keypmannahavn í november 2008.

Nú ið Einleikarafelagið er vorðið limur í hesum samtaki, hevur tað við sær, at teir føroyingar, ið útinna klassiskan tónleik, hava fingið eitt umfatandi felags norðurlendskt  netverk, sum uttan iva fer at gagna klassiska tónleikinum í Føroyum í framtíðini.

Einleikarafelag Føroya hevur játtað av standa fyri ársfundinum hjá Nordisk Solistråd 2009. Avtala er gjørd við Norðurlandahúsið, at húsið verður karmur um tiltakið dagarnar 6. og 7. november í  ár.

Ætlan okkara er at hava UNG OG KLASSISKUR TÓNLEIKUR sum høvuðsevni á fundinum í ár. Tað er ein sannroynd í flestu Norðurlondum, at klassiskur tónleikur seinastu árini hevur havt minkandi undirtøku millum ung, og at hann hevur verið meira og meira marginaliseraður í almenna rúminum. Vit vilja fegin lýsa henda spurning nærri, og spyrja samstundis um vit eiga at royna at venda/mótvirka hesari gongdini og hvat kundi verið gjørt til tess. 

 

 

Fríggjadagin 6. november 2009:

14.00  Ársfundur hjá Nordisk Solistråd

 

Leygardagin 7. november 2009:

16.00  Konsert í Norðurlandahúsinum við norðurlendskum einleikarum

          (skrá)

 

100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu stuðlar tiltakinum

 

 

 

 

 

Nordsol 2009 »                

Solistar á konsertini í Norðurlandahúsinum leygardagin 7. november 2009 kl. 16.00:

 

Joachim Kwetzinsky, klaver

Tina Rehling, harpa

Toke Lund Christiansen, floyta

Tanja Kauppinen-Savijoki, sangur 

Risto Kyrö, klaver

Páll Eyjólfsson, gittar

Nikos Kapnas, bratsj

 

Skrá

Les um tónleikararnar

Keyp atgongumerki

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Einleikarafelag Føroya   -   Copyright 2008