Einleikarafelag Føroya

 

Fundarfrásøgn frá aðalfundi felagsins 1. mars 2008.

 

Tann 1. mars 2008 hevði Solistafelagið aðalfund við hesi dagsskrá smbrt. viðtøkum felagsins:

 

  1. Val av orðstýrara og skrivara
  2. Framløga av ársfrágreiðing
  3. Framløga og góðkenning av roknskapi
  4. Áseting av limagjaldi
  5. Innkomin mál
  6. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
  7. Ymiskt

 

7 limir møttu á fundi: Ragnar Olsen, Ólavur Jakobsen, Jóhannes Andreasen, Árni Hansen, Tóri Restorff Jacobsen, Heðin Kambsdal og Gudmund Mortensen.

 

1. Val av orðstýrara og skrivara.

Árni Hansen varð valdur til orðstýrara og Jóhannes Andreasen til fundarskrivara.

 

2. Framløga av ársfrágreiðing.

Ólavur Jakobsen greiddi frá, at trímannanevndin við sær, Ragnari og Jóhannesi varð vald á stovnandi aðalfundi  tann 17. november í fjør at sita víðari fram til fundin í dag, har ætlanin er at samtykkja viðtøkurnar endaliga og at gera av hvussu felagið skal eita. Ragnar greiddi frá, at felagið hevur fingið kontonummar í Føroya Banka 6460-178.135.0, men kann ikki verða skrásett hjá TAKS, fyrr enn avgerð er tikin um navn og bústað. Eisini skal TAKS hava eitt eintak av viðtøkunum.

 

3. Framløga og góðkenning av roknskapi.

                      Fyrsta roknskaparár felagsins gongur frá stovnan til 31. desember 2008. Sostatt er eingin roknskapur at leggja fram hesaferð.

 

4. Áseting av limagjaldi.

                      Semja var um, at limagjaldið skuldi vera kr. 200,- um árið. Limir eldri enn 67 ár, gjalda helvtina.

 

5a. Innkomið mál (frá Elsu Súsonnu Dalsgaard): Skotið verður upp at broyta §3 í viðtøkunum til: Limir kunnu tey gerast, ið framføra á yrkistónleikarastøði.  Vanliga merkir hetta, at limur hevur tónlistarliga útbúgving frá hægri lærustovni og at viðkomandi er virkin tónleikari innan klassiskan tónleik.

                      Henda broyting varð samtykt.

 

5b. Innkomið mál (frá Elsu Súsonnu Dalsgaard): broytingaruppskot til viðtøkurnar: § 6 Aðalfundurin, sum er hægsti myndugleiki felagsins, verður hildin árliga í juni mánaði ella í desember mánaði.

                      Hetta uppskot fekk ikki undirtøku.

 

5c. Innkomið mál (frá Ólavi Jakobsen): Oyðiblaðið við áheitan um fasta flyting, ið fólk hava fingið sendandi, kann ikki nýtast uttanlands.

Tí er neyðugt at upplýsa allar limir í útlondum um kontonummar felagsins, so fólk sjálv fáa skipað fyri flyting av limagjaldinum.

 

5d. Innkomið mál (frá Ólavi Jakobsen): Aðalfundurin má taka støðu til, hvussu felagið skal nevnast.

                      Fundurin samtykti, at navn felagsins eftir uppskoti frá Gudmundi verður EINLEIKARAFELAG  FØROYA.

 

6. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.

                      Fundurin valdi í nevndina:  Ólav Jakobsen, Ragnar Olsen og Jóhannes Andreasen. Til fyrsta tiltakslim varð valdur Tóri Restorff Jacobsen, og til annan tiltakslim Gudmund Mortensen.

 

7. Ymiskt.

                      Jóhannes greiddi frá, at hugsanin aftan fyri felagið er at savna tey, ið virka sum útinnandi tónlistarfólk innan klassiskan tónleik, at tala søk teirra, har tað er neyðugt, og at standa fyri millumtjóða samstarvi innan útinnandi klassikan tónleik.

                      Ólavur gjørdi vart við, at felagið má taka støðu til, um tað ynskir at skipa seg undir Føroya Tónleikarafelag og LISA. Sjálvur mælti hann frá at gera hetta í verandi støðu, og fundurin tók undir við tí.

Árni Hansen segði frá, at hann í eina tíð hevði roynt at virka fyri at fáa Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn eitt gott flygil, soleiðis at staðið gjørdist betur egnað til smærri framførslur. Øll hildu hetta vera eitt frálíkt hugskot, og felagið tekur undir við hesari ætlan.

 

 

 

 

 

 

 

 

Jóhannes Andreasen

fundarskrivari