EINLEIKARAFELAG FØROYA   -  Faroese Soloists Society             

 

Limaskapur


Sambært viðtøkum felagsins, kunnu bert klassiskir yrkistónleikarar gerast limir í Einleikarafelag Føroya

Søkjast skal um limaskap og verður umsókn at senda skrivliga til nevndina fyri felagið.

Nevndin skal viðgera umsóknina á nevndarfundi og geva skrivligt svar.

Við "yrkistónleikarar" verður víst til viðtøkur felagsins:

§ 3 Limaskapur

Limir kunnu tey gerast, ið framføra á yrkistónleikarastøði. Vanliga merkir hetta, at umsøkjari hevur tónlistarliga útbúgving frá hægri lærustovni og at viðkomandi er virkin klassiskur tónleikari. Limaskapur verður veittur eftir umsókn og nevndin tekur støðu í hvørjum einstøkum føri.

 

 

Í løtuni eru eini 25 yrkistónleikarar limir í felagnum. Hesir eru bæði klassiskir tónleikarar og sangarar, ið eru virknir í Føroyum og uttanlands.

 

 

Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við nevndina. Trýst her og send t-post til felagið ella set teg í samband við ein av nevndarlimunum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Limagjald »                

Limir verða bidnir um at gera fasta árliga flyting til konto Einleikarafelagsins.

Árliga limagjaldið er kr. 200,- og fellur til gjaldingar 1. apríl á hvørjum ári.

Nevndin sendir ikki uppkrav til limirnar eftir limagjaldi.

 

Konto í Bank Nordik 6460-6175009

Einleikarafelag Føroya  v/Agnar Lamhauge, kassameistari

 

 

Einleikarafelag Føroya   -   Copyright 2024